Longu nú er borað 20 % av Sandoyartunnilin, sum verður 10,8 km langur, og verður longsti tunnil í Føroyum. Lægsta punktið verður ÷ 155 metrar undir havyvirflatuni. Líka sum í Eysturoyartunnlinum verður mesta hallið á brekkunum 5 prosent.
Inntakið Streymoyarmegin er niðri við havnalagið á Gomlurætt og kemur uppaftur inni við Slavansdal millum Skopun og Sand. So tú skal ikki skal koyra longu og drúgvu brekkuna niðan úr Skopun, sum nú, tá ið tunnilin er liðugur.
Spreingiarbeiðið fyri Sanoyartunnilin er ikki komið út í sjógv enn – á Streymoyarlandinum eru tey komin til Kirkjubøar, eru undir húsunum hjá Trødna Pæturssyni, og fer tunnilin ikki út í sjógv fyrr enn sunnanfyri bygdina.
Boringin við Gomlurætt byrjaði 14. august 2019, og er nú komin 815 m. Byrjaðu í hædd 4,6 m og eru komnir um at vera á ÷ 28 m.
Boringin í Slavansdali byrjaði 27. juni 2019, og er nú komin 1.300 m. Byrjaðu í hædd 50 m og eru komnir niður á 0 m.
Um ½ mill rummetrar av gróti verða lagdar Streymoyarmegin omanfyri Velbastað og nakað tað sama í Slavansdali stutt niðnfrá tunnilsmunnanum í eina stóra lagd har.
Arbeiði at bora, spreingja og koyra úr gongur í døgndrift – allar dagar í vikuni.
Ferðingin millum Streymoynna og Sandoynna verður munandi stytt, men størsti fyrimunurin er, at fólk kunnu koma til og frá, nær teimum lystir alt døgnið.
Kostnaðurin fyri Sandoytunnilin er um 1,3 mia kr; nakað tað sama sum Eysturoyartunnilin.
Eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin í desember 2023.
Meir fæst at vita á: https://www.estunlar.fo/






























