Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur væl við Savnsgulli

Helgi Abrahamsen

”Sum nú er mugu fólk ringja til okkara og biðja um eina ávísa upptøku, men mín dreymur er, at tað einaferð skal fara at bera til at leita sjálvur heimanífrá.” Tað sigur Mass Hoydal, ið stendur fyri verkætlanini ”Savnsgull” hjá Kringvarpinum.

Mikudagin í farnu viku vóru hann og aðrir savnsleiðarar á vitjan í Klaksvík, har teir tosaðu við fólk inni á bakarínum hjá Jórun.

Tað hevur gingið væl við Savnsgulli. Av teimum 28.000 bondunum, sum liggja í savninum hjá Kringvarpinum eru 10.000 spæld yvir á talgilda tøkni, og av teimum 500.000 skjølunum eru higartil 100.000 skannað.

“Málið hjá okkum er at vit skulu klára 76 bond og 1.510 skjøl um vikuna,” sigur Mass Hoydal, og hesum málsetninginum hava tey higartil klárað at fylgt.

Spurdur hvørjum standi bondini eru í sigur hann, at hann er ovfarin av, hvussu góðum standi útvarpsparturin er í.

“Eg hevði roknað við, at tað var verri enn tað er,” sigur hann.

Sjónvarpsparturin er ein avbjóðing

Enn er arbeiðið hjá Savnsgulli ikki komið til sjónvarpspartin, og har liggur ein stór avbjóðing. Tí eitt er at bondini eldast, men tøknin broytist eisini, og tað er longu trupult at finna avspælarar til tað slagið av bondum, sum Sjónvarp Føroya brúkti tey fyrstu árini. Og samtíðis sum tíðin gongur undan, mugu eisini pengar finnast, fyri at fáa arbeiðið gjørt, men Mass hevur góðar vónir um, at hetta fer at eydnast.

Spurdur hvørjari góðsku tilfarið verður goymt í, sigur Mass Hoydal, at skjølini verða goymd sum TIFF-fílur, ljóðið sum Wave-fílur og sjónvarpsupptøkurnar verða ókomprimeraðar (tað vil siga, at alt verður goymt í bestu góðsku).

Upphavsrætturin er ein avbjóðing

Ein avbjóðing ið eisini tey á Savnsgulli hava møtt, er spurningurin um upphavsrætt.

“Tað eru tey ið hava gjørt sendingarnar (og ikki Kringvarpið), ið eiga rættin til sendingarnar, og tí kann Kringvarpið ikki gera hvat tað vil við tilfarið,” sigur Mass Hoydal.

Spurdur hvat fólk helst vilja hoyra úr svaninum sigur Mass, at tað vísir seg, at stórur áhugi er at hoyra samrøður við eins egnu ommu ella abba.