Norðoya Gongufelag boðar frá, at skipa verður fyri gongutúri kl. 10.00 í morgin nýggjársaftan. Sagt verður soleiðis:
Vit fara niðan á Kunoyarnakk sunnara. Vit takað onki óráð, er tað ikki klárt í veðrinum, fara vit túrin Miðfjall og Háfjall.
Túrurin byrjar kl. 10,00 Frá Haraldsundi.
Seti bilarnar við ovaravegin og koyr so langt norður har vegurin endar, har túrurin byrjar.
Túrurin tekur einar umleið 4 tímar.
Veri væl ílatin, tað verður kalt á toppinum




