Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongutúrur Tvøroyri – Fámjin

John William Joensen

Nú skipa kunningarstovurnar í Suðuroynni aftur fyri gongutúrum millum bygdirnar hvønn leygardag.

Komandi leygardag 2. juli verður gingið av Tvøroyri og til Fámjins. Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági (býráðsskrivstovan) kl. 10:00 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri (býráðsskrivstovan) kl. 10:30. Koyrt verður til gomlu kolaminurnar í Rangabotni, har túrurin byrjar. Gingið verður framvið hægsta fjallið í Suðuroynni, Gluggarnir, ið er 610 m. høgt, um Oyrnaskarð og oman til vakra Kirkjuvatn. Við á túrinum verður staðkent heimildarfólk.
Eftir loknan túr verður koyrt við bussi til kunningarstovurnar, har ið tit hava latið bilin standa eftir

Tilmelding og prísur
Bindandi tilmelding fer fram á Kunningarstovuni í Vági tlf. 37 43 42 ella á Kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 37 24 80, í seinasta lagið fríggjadagin kl. 16:00.
Kostnaður fyri vaksin 100,- kr og fyri børn 50,- kr. Íroknað prísinum er busskoyring.

Gott at hava við
Havið heit og góð klæði, góðar skógvar, matpakka og okkurt drekkandi við. Eitt gott hugskot er eisini at hava ein kikara og kort yvir økið við, soleiðis at fylgjast kann við har gingið verður.

Góðan túr!