Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Google: Gásadalur er á Hawaii

Danial Viðoy

Mangt er. Googlar tú Hawaii, finnur tú myndir av Gásadali, tað eyðkenda og vakra motivi av Gásadali – við nøkrum eksotiskum litum.

Mangt er. Googlar tú Hawaii, finnur tú myndir av Gásadali, tað eyðkenda og vakra motivi av Gásadali – við nøkrum eksotiskum litum.

Internetið og tess leitiskipanir eru ikki altíð so álítandi, sum vit hava lyndið til at halda viðhvørt.

Ein fittur lesari heitti á okkum í morgun, og kunnaði Norðlýsið um hetta heldur margháttliga fyribrigdi.

Viðkomandi hevði leitað eftir Hawaii í sambandi við eina møguliga ferð, og lesarin gjørdust varugur við, at tað eyðkenda motivið av Gásadalur var at finna.

Ein heldur margháttlig hending. Síggj myndir niðanfyri: