Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott fiskarí í Fuglafirði

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

I fleiri dagar hava bátar ligið uttanfyri havnalagið í Fuglafirði og fingið hópin av fiski – 1.200 pund eftir stuttari løtu, er ikki óvanligt.

Menn royna eisini við tráðu eftir kaiini og fáa eisini stórar toskar. Í dag hevði tann eini mist 4 pilkar, tí toskurin var “ov stórur”.

So her er hugaligt at royna og stuttur róður, sum so nógvar aðrarstaðni í Føroyum við.