Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Gott lag í KRF neystinum í kvøld

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Tað merkti stemningin í neystinum hjá KRF í kvøld, at úrslitini á Vestanstevnu í dag vóru góð.

Nevið Reyða og Fípan Fagra vunnu sínar róðrar, meðan Karin fekk bronsu heiðursmerki. Í kvøld var móttøka í KRF neystinum, tá bátarnir komu aftur úr Sørvági. Gott veður, nógv fólk og góður stemningur sermerkti hesa løtuna. Nú er bara ein róður eftir í ár og hjá Nevinum Reyða verður ólavsøkan avgerandi fyri, hvør vinnur FM 2019 hjá 8-mannaførum. Sí myndir niðanfyri.