Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott samband til Frændur

Norðlýsið

Leygarkvøldið spæla Frændur til stóran jóladans í Fuglafirði, og í tí sambandinum verður skipað fyri bussferðum í sambandi við tiltakið.

Frændur hevur eina ørgrynnu av fjepparum kring alt landið, og tá bólkurin spælir til dans, koma vanliga fólk úr mest sum øllum landinum til dansin. Soleiðis verður uttan iva leygarkvøldið, tá Frændur spælir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Frændur eru ikki so ofta at uppliva live longur, og tí ræður um at passa seg upp til høvini, sum nú einaferð eru.
Frændur fer at tríva í allar teir góðu gomlu sangirnar, sum fólk í øllum aldri hava tikið til sín, og burtur úr rúgvuni kunnu nevnast sangir sum Føroyar, Eros, 80’ini, Lívsmynd og Dupultsong.
Ferðætlanin til bussarnar leyagrkvøldið er hendan:
Av Toftum og Strondum kl 23.30. Tekning á tlf. 505220.
Úr Havn kl 22.30. Tekning á tlf. 595959.
Úr Vestmanna kl.23.00. Tekning á tlf 217752.
Úr Klaksvík kl.23.00. Tekning á tlf 218714.