– Hesar íbúðir eru eitt skúladømi um, hvussu samstarv millum kommunu, land og aðrar aktørar kann føra til nakað gott, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum á innsettu myndini er avmyndaður saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, á júst sama grundøki, tá ið partarnir samdust um hesa íbúðaverkætlanina.
– Hesar íbúðir eru eitt skúladømi um, hvussu samstarv millum kommunu, land og aðrar aktørar kann føra til nakað gott – til ítøkiligt frambrot, sum gagnar borgarum í samfelagnum, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í røðu sínari, tá ið íbúðirnar við Heygavegin í Klaksvík lótu upp.
Týsdagin 12. mai 2015 skipaði Bústaðir fyri móttøku fyri innbodnum við nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava lata byggja við Heygavegin og Kráargøtu í samstarvi við Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu.
Væl av fólki møttu til hesa móttøku, sum Steinbjørn O. Jacobsen vegna Bústaðir skipaði fyri, har Annika Olsen, landsstýriskvinna, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Andras Róin, stjóri í Bústøðum, Elinida Hansen, umboð fyri foreldur at búfólkum, hildu røður. Eisini sungu Karl Martin Samuelsen og Hans Andrias Jacobsen.
Ætlanin var at halda móttøkuna uttandura, men vegna veður varð hon flutt inn í hugnaliga bygningin, sum stendur á sama grundstykki, sum nýggju íbúðirnar, og sum vanliga verður nevnt “Fjósið hjá Kjølbro”.
Vit endurgeva her røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt á hesari móttøku:
Eitt stórt frambrot og virðiligt tilboð
Hetta er ein stórur dagur, nú 8 íbúðir til fólk við menningartarni eru klárar at taka í nýtslu her í Klaksvík.
Fyri tykkum, ið hava brúk fyri hesum tilboði, verður talan um stórt frambrot, og eisini fyri okkum sum samfelag verður hetta eitt gott og virðiligt tilboð, sum vit kunnu geva tykkum, ið skulu búleikast her.
Hetta er somuleiðis eitt virðiligt tilboð, ið vit kunnu veita borgarum við serligum avbjóðingum.
Fjøltáttaðir bústaðamøguleikar í Klaksvík
Hetta er eisini eitt skúladømi um, hvussu samstarv millum kommunu, land og aðrar aktørar kann føra til nakað gott – til ítøkiligt frambrot, sum gagnar borgarum í samfelagnum.
Sum kommuna settu vit okkum fyri at fjøltátta bústaðamøguleikarnar í býnum. Við hesum nýggju íbúðunum, eru vit komin eitt stig á leiðini. Klaksvíkar kommuna hevur brúkt nógva orku til hesa verkætlan. Vit hava keypt og viðvirkað til eina loysn á lendinum undir íbúðunum, og vit eru fegin um, at verkætlanin í dag er blivin veruleiki.
Gott samstarv við Bústaðir
Bústaðir standa fyri hesum íbúðunum, og Bústaðir hava eisini í hesari verkætlan gjørt eitt seriøst og miðvíst arbeiði, sum vit stórliga fegnast um. Eg má enn einaferð nevna tað góða samstarvið, sum Klaksvíkar kommuna hevur við Bústaðir. Hetta er eitt av fleiri ítøkiligum samstørvum, har vit hava gjørt framstig og frambrot saman.
—
Vit hava lagt og leggja sera stóra orku í at fremja ætlanir í góðum samstarvi við landsstýri og stovnar undir landinum, tí tað er við at lyfta í felag, at ein kemur longst og fær tær tryggastu loysnirnar.
Tøkk til landsstýriskvinnuna
Tað eru nógvir ymiskar myndugleikar og persónar, sum vit dagliga samskifta og samstarva við, og uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, so vil eg her nýta høvi til at senda eina serliga tøkk til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Hon hevur veruliga víst vilja og lagt orku í tær verkætlanir, sum vit hava samstarvað um.
Í fleiri av hesum verkætlanum snýr tað seg um borgarar við serligum avbjóðingum, sum tí hava tørv á, at vit gera ein eyka innsats fyri at útvega teimum nøktandi møguleikar og tænastur. Her havi eg fleiri ferðir kunna staðfest, at landsstýriskvinnan – og harvið alt Føroya Landsstýri – ikki bara tosar, men eisini í verki vísir veg og tekur lógvatøk saman við teimum, sum vilja gera nakað fyri hesar tørvandi samfelagsbólkar.
Eg fari at takka tykkum øllum fyri eitt gott arbeiði at gera hesar íbúðir til fólk við menningartarni, og eg vóni, at tær verða til stórt gagn hjá tykkum, sum veruliga hava brúk fyri hesum.
Takk fyri!




