Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gott til góman frá Magn

Oliver Joensen

Í morgun var nógv virksemi á Magnstøðini á Stongunum. Orsøkin var, at Magn gav smakkiroyndir og sýndi nýggja Góma gott bitan fram.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, leiðari á Magnstøðini í Klaksvík var bæði blíður og tíður tá Norðlýsið vitjaði har í morgun.

Hetta er eitt spennandi frambrot, helt Svein Rógvi, tí vit hava funnið ein sera sunnan og góðan bita til góma gott á miðdegi. Vit rokna við, at hetta skuldi verið nóg mikið til frokostin, og so smakkar tað gott og er heilsugott.

Hetta er eitt kærkomið alternativ til tað vit vanliga fylla okkum við, og sum kanska ikki er so framúr gott fyri likam og sál, sum hesin Góma bitin, ið okkara stjørnukokkur hevur funnið fram til.

Fleiri ymiskir rættir eru at velja ímillum. Ætlanin er eisini, at vit skulu koma við eini minni portión seinni, sum kann brúkast til matpakkar hjá børnunum, sum ganga í barnagarð ella í skúla.

Nógv høvdu leitað sær at royna ein brellbita á Magn í morgun, og Jóannis í Uppsølum, sum sæst á myndunum, ein av legendunum frá 66 liðnum royndi eisini Góma gott og hann lat sera væl at.