Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður á Norðoyastevnu í ár

Hanus Kjølbro

Norðoyastevnuveðrið verður gott í ár. Eitt hátrýst liggur yvir okkara leiðum í dag og nakrar dagar fram, og tað fer at gera av, hvussu veðrið er á Norðoyastevnu í ár.

Rundan um eitt hátrýst melur luftin við klokkuni, og vit skulu ímynda okkum hetta vera eitt stórt hjól, hvørs miðdepil er sett nakað norðan fyri Føroyar. Verður hjólið sett at mala sama veg sum klokkan, síggja vit, hvussu vindurin ferðast.

Føroyar liggja sunnan fyri hetta hátrýstið, og tí kemur vindurin úr landnyrðingi í dag. Í vikuskiftinum flytur hátrýstið seg eitt sindur, og ættin her hjá okkum fer eisini at flyta seg spakuliga niður ímóti eystri.

Vindferðin er 5 til 8 m/s í morgun. Hon fer at minka fyrrapartin í morgin niður í 3 til 6 m/s, og tað fer at vera vindferðin restina av leygardegnum og allan sunnudagin. Tá ið kappróðurin byrjar er ættin landnyrðingur-eystan; tá ið midnáttarsamkoman er, fer vindurin at koma úr høgum eystri. Hitin leygardagin fer at liggja um tey 12 stigini. Allan dagin turt og sólglottar.

Sunnudagin verður líka lítil vindur sum leygardagin – 3 til 6 m/s. Seinnapartin er ættin lækkað niður í beinan eystan. Tað verður turt sunnudagin, skýggjað í støðum, men sum a líður út á dagin gerst alsamt klárari. Í støðum verður klárt allan dagin við sól ella sólglottum. Hitin sunnudagin fer at liggja um tey 12 stigini.

Góða Norðoyastevnu.

Harleywoodpaint