Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður á Norðoyastevnu

Hanus Kjølbro

Tað er altíð áhugavert at royna at spáa um veðrið á Norðoyastevnu. Tað hevur ikki altíð verið gott, men í ár er hugaligari at hyggja í kúluna.

Alla seinastu viku og tað sum er farið av hesari vikuni hevur eitt hátrýst ligið yvir okkara leiðum. Miðdepilin í hátrýstinum hevur verið so nær við okkum, at ættin hevur skift ofta. Eisini hevur sera lítil vindur verið. Tað góða við einum slíkum hátrýstøki er, at lágtrýstini við vindi og regni hava tikið aðra leið um hav av leiðunum við USA og Kanada til Evropa. Hátrýstið hevur hildið tey burtur frá okkara leiðum.

Tað sær út til, at hátrýstið verður liggjandi um okkara leiðir alt vikuskiftið. Vindurin fer ikki at verða nógvur, og hann fer at koma úr høgætt.

Í dag – mikudag – fer vindurin at koma av norði; seinnapartin vesturhallum-norði. Vindferðin verður minni enn 5 m/s. Tað fer at gerast klárari út á dagin – sólglottar og í støðum bláur himmal. Hitin fer at liggja oman fyri 11 stig. Fyrivarni skal tó havast við ættini, hvar hon er góð ella ikki góð. Hetta fer at gera mun á, hvussu skýggja tað verður og á hitanum á staðnum.

Hósdagurin fer at líkjast mikudegnum – mestsum sama veður.

Fríggjadagin fer hetta góða hátrýstið at flyta seg ímóti Íslandi. Vindurin fer tí at veksa eitt sindur – upp í 8 til 10 m/s av landnyrðingi. Hitin fer at liggja uppi á 11 – 12 stigum, tað fer at verða skýggjað um morgunin, men tað verður klárari, sum dagurin gongur.

Leygardagin er hátrýstøki aftur lagt seg yvir okkum, og veðrið við lítlum vindi er aftur. Vindferðin fer at liggja um 5 m/s av landnyrðingi.

Neyvari frásøgn um alt vikuskiftið verður fríggjadagin.