Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott veður at spæla fótbólt

Hanus Kjølbro

Viðurskiftini er tey bestu til gott veður í Føroyum í dag. Eitt hátrýst yvir Svøríki sendir heita og turra luft ímóti Føroyum. Hetta er bestu veðurkort, ein kann lesa.

Luftin tekur vætu í seg á vegnum hendavegin, men ikki so nógva, sum tá ið tað er útsynningur ella harumkring.
Tí er gott veður um alt Føroyaland í dag. Klárt og gott – har tað er toka, skyldast tað sjóvarfallið.

So, meðan dystur er í kvøld ímillum KÍ og ÍF við Djúpumýru, fer tað at vera eitt lítið lot, 1- 3 m/s, úr ættunum kring eystan. Hetta fer als ikki at ávirka dystin.

So er tað, hvussu loftið er, meðan teir leika dyst. Tað fer at draga samanum í kvøld. Kanska ikki, fyrr en dysturin er liðugur.

Hitin fer at at liggja um tey 11 – 12 stigini.

Góðan dyst, og koyr á KÍ.