Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður av útnyrðingi í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið er gott í morgun. Vindmátarar Landsverks vísa vind upp í 9 m/s. Talan er um eitt andøvsgul av útnyrðingi. Skýkloddar eru at síggja næstan allastaðni í Føroyum í morgun – hetta er úrslitið av varmarákið (conveksjón), nú køld luft er komin norðanífrá.

At veðrið er soleiðis í morgun, er tí at ein ryggur stingur seg úr ein hátrýsti yvir bretsku oyggjunum norður hendavegin. Veðrið í einum hátrýstryggi er altíð gott. Hesin hátrýstryggurin liggur allan dag yvir Føroyum. Hann flytur seg spakuliga eystureftir, men veðrið í Føoyum verður tað sama (ella betri) í dag og í nátt.
Í dag kunnu vit vænta okkum eitt gul 4 til 7 m/s av útnyrðingi. Vindurin minkar út á dagin niður í eitt lot. Hitin fer at liggja um 5 stig í dag. Skýloftið verður eitt sindur sum nú allan dagin.