Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður er í dag, 3-7 m/s av norði. Turt. Køli.

Hanus Kjølbro

Veðrið er støðugt í broyting, og tað er tað eisini í dag. Ættin hevur flutt seg úr landnyrðingi í nátt upp í norðan í dag. Seinnapartin fer ættin at snara seg vestur um norðan og niður ímóti vestri.

Vindferðin fer at veksa seint í kvøld úr 3 – 7 m/s upp í 10 – 15 á midnátt. Tað turra veðrið fer heldur ikki at vara so leingi, sum flestu av okkum høvdu ynskt. Eitt samanrunnið brúgvalag við regni nærkast úr landnyrðingi. Norðoyggjar verða tær fyrstu, sum fara at merkja regnið. Hetta fer at verða um 8 tíðina í kvøld. Á midnátt regnar um alt landið.

Vindferðin og avfallið fara at standa við fram ímóti middegi í morgin. Út á seinnapartin verður ikki samregn meiri, men tó ælingar. Ættin fer at snara niður í útsynning, og vindferðin fer at minka niður í 8 – 12 m/s.

Meðan ælingarnar fara at fara og koma seinnapartin í morgin, er eitt brúgvalag við regni ávegis vestaneftir. Seint í annaðkvøld er tað komið til Vágarnar og Suðuroynna, og ein tíma seinni ella so regnar allasteðs í Føroyum. Ættin hevur tá snarað seg niður í sunnan, og vindferðin er vaksin upp í 13 til 18 m/s.

Miðskeiðis sunnunáttina støkkur hann vesturum til útsynningvestan, og fram ímóti morgni er slitið í, og vindferðin er minkað niður í 10 til 15 m/s. Um middagsleitið er aftur eitt brúgvalag við regni yvir okkum; tað er komið úr vestri. Tað fer ikki at liggja so leingi yvir okkum, men vindurin fer at veksa út á kvøldið upp í skrið, 18 – 20 m/s.

Gott vikuskifti.