Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott veður í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Tað verður gott veður í vikuskiftinum – tá hugsi eg um lítlan vind og okkurt hissini æl í støðum við regni, vátakava ella kava. Eitt sindur kalt verður tað eisini.

Luftin, sum rekur til Føroya í dag, kemur beinleiðis úr Norðurgrønlandi. Har er hitin eini 30 stig undir frostmarkinum í dag. Men – tíbetur – so ornar hon allan vegin suður til okkara. Hitin í morgun er 2–3 stig.

Tað er bert í dag, at luft kemur so langt norðuri frá.

Í morgin fer ættin at mala eina løtu, áðrenn hon seinnapartin fer eitt sindur niður um vestan. Í annaðkvøld fer ættin upp útnyrðing-vestan, og soleiðis er eisini sunnudagin.

Meira ítøkiligt, so er eini 5 m/s av útnyrðingi-norði í dag. Hitin liggur um 2 til 3 stig. Turt er allasteðs í landinum. Hetta veðrið er allan dag – kanska okkurt lokalt æl.

Í morgin ári fer hann at mala eitt sindur úr ymsum ættum, men út á seinnapartin er útsynningur-vestan; í annaðkvøld útnyrðingur-vestan. Lítil vindur allan dagin í morgin – undir 5 m/s, men um kvøldið eitt sindur meiri. Hitin í morgin líka sum í dag ella eitt lítið vet hægri.

Sunnudagin fer hann at liggja úr útnyrðingi-vestri, 5 til 10 m/s. Okkurt æl á morgni, men eftir turt fyri tað mesta – undantikið okkurt æl í støðum. Hitini sunnudagin fer at liggja um 3 til 5 stig.

Um næstu viku kann stutt sigast, at ættin fer at liggja ímillum útsynning og vestan næstan alla tíðina.