Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður meðan Cliff Richard syngur á Vágsbøi

Hanus Kjølbro

Tað er í kvøld klokkan 10, at Cliff Richard fer á pallin á SF2016.

Hyggjandi inn á heimasíðu Landsverks sæst, at vindurin kemur av norðri í løtuni, vindferðin er 3 til 7 m/s og hitin er 11 – 12 stig. Loftið yvir Føroyar er skýggjað ella partvíst skýggjað – sólglottar eru í støðum kring landið.

Luftin kemur av leiðunum við Norðurgrønland, og ávegis til Føroya ornar hon og tekur vatndamp upp úr sjónum. Norðan fyri Føroyar er hitin í luftini komin upp í eini 11 stig, og vætuinnihaldið er økt. Verður luftin lyft eini 400 metrar upp, tá ið hon rakar norðastu fjøllini í Norðoyggjum, Norðureysturoy ella Norðurstreymoy, fer vætan úr og skýggj síggjast í erva – sí myndina omanfyri greinina, sum er tikin á middegi.

Sum tað líður út á dagin, fer ættin at snara til útnyrðing – vindferðin broytist tó ikki restina av degnum – og tað gerst meiri skýggjað.

Einki brúgvalag við regni er ávegis ímóti okkum. Nakrir flókar við ælingum kunnu tó væntast í nátt ella tíðliga í morgin ári.

Tað besta boðið hvussu veðrið fer at vera í kvøld er, at vit fara at hava eitt gul 3 til 7 m/s inn eftir vánni. Tað verður skýggjað loft og turt. Hitin fer at liggja um 8 – 9 stig.