Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott vikuskifti hjá Treysti í FM 2020

Frælsur Ítróttur

8 íðkarar komu norður við 9 gull-, 7 silvur- og 4 bronsuheiðursmerkjum tá FM 2020 var hildið á Tórsbreyt

Tað gekk væl hjá teimum átta íðkarunum, sum luttóku í FM 2020. 4 menn og 4 kvinnur luttóku. Tey komu aftur við 9 gull-, 7½ silvur- og 4 bronsuheiðursmerkjum. Tað hálva silvurheiðursmerkið kemst av, at Treysti og Hvirlan høvdu eitt blandað lið við tveimum rennarum í part í 4x400m hjá monnum.

Kvinnurnar sum luttóku vóru Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen og mennirnir vóru Julian Gregersen, Júst í Túni, Kristian Sivertsen og Jóan Petur Joensen.

Rebekka luttók í 800m og 1.500m og vann báðar kappingarnar. Maria luttók í 200m, 400m og 800m. Hon vann 200m og 400m og gjørdist nummar tvey í 800m. Oddvør var við í 100m, 200m og 400m. Hon gjørdist føroyameistari í 100m, nummar trý í 200m og tvey 400m. Vibeka, sum luttók fyri fyrstu ferð í FM, var við í 200m, 400m, 800m og 1.500m. Hon vann silvur í 1.500m, bronsu í 800m, gjørdist nummar fýra í 400m og nummar sjey í 200m. Harumframt vunnu hesar fýra genturnar 4x400m boðrenningina og blivu nummar tvey í 4x100m boðrenning.

Julian luttók í 800m, 1.500m og 5.000m og vann allar tríggjar kappingar. Júst luttók í 400m, 800m og 1.500m Hann vann bronsur í 400m og 800m og gjørdist nummar fýra í 1.500m. Kristian Sivertsen, systkinabarn hjá Vibeku og sum júst er fluttur úr Grønlandi til Føroyar at ganga í skúla, luttók eisini fyri fyrstu ferð í FM. Hann royndi seg í 1.500m og 5.000m renning umframt í spjótkasti og klingrukasti. Hann bleiv nummar tvey í báðum køstunum og nummar trý í 1.500m og rann teir 5.000m uppá 20.38,40 min.
Jóan Petur setti persónligt met og rann teir 5.000m uppá 19.43,91 min.

Alt í alt eitt avbera gott vikuskifti har veðrið var á heilt góðari leið báðar dagarnar og nógv onnur góð úrslit eisini vóru. Guðrið K. Petersen úr Hvirluni setti nýtt føroyskt met í hamarkasti. 

Øll úrslit eru at finna í hesum .pdf fílu: Úrslit FM 2020

Myndirnar hevur Bjørg Svabo tikið.
Fleiri myndir hjá Bjørg eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni og leinkja er her: Myndir FM 2020