Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari konsertferð í Wien

Jóhann Lützen

Í døgunum 4-10. Juli fer Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiliga konsertferð í Wien.

 

 

Konsertferðin er stásilig, tí kórið skal nevniliga framføra í somu stásiligu konsertsalum, har árliga nýggjárskonsertin úr Wien verður framførd og sjónvarpað. Talan verður m.a. um konsertir í víðagitnu Musikverein – Golden hall, ORF RadioKulturhaus og stásiliga Wiener Konzerthaus. Til tvær av konsertunum framførir kórið einsamalt í góðan tíma, meðan ein er saman við orkestrum og øðrum kórum. Høvið at framføra á slíkum støðum er sera avmarkað, men av tí at kórið regluliga hevur luttikið í altjóða kórkappingum og festivalum, við sera góðum úrslitum,  síðan kórið varð stovnað í 2011, er hetta ein av orsøkunum, til at kórið í dag fær nógvar sera áhugaverdar inn- og avbjóðingar.

Í Føroyum verða 2 høvi at hoyra kórið áðrenn tey seta leiðina móti Wien. Kórið hevur nevnilig 2 summarkonsertir komandi vikuskfiftið, fyrst í Sørvágs kirkju leygardagin 29. Juni, kl. 17.00 og síðan í Gøtu kirkju, sunnudagin 30. Juli kl. 19.00.

Til hesar konsertirnar fer kórið at framføra alla sína konsertskrá við verkum av m.ø.:  L.Fleming, C. Monteverdi, Chr. Præstholm, Z. R. Stroope, A. Dale, F. Ticheli,  W. L. Dawson, P. Christiansen, Símun Hammer,M. Hogan, L. Mason, P. Mealor A. Bruckner og Heitor Villa Lobos.

Konsertirnar hjá kórinum eru ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.