Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grækarismessuhald í Klaksvík 10. mars

Klaksvíkar Dansifelag

Sunnudagin 10. mars klokkan 14.00 verður skipað fyri Grækarismessuhaldið í Klaksvík. Grækarismessuhaldið verður í Skálanum, Bøgøta 11. Tað er Klaksvíkar Dansifelag í samstarvi við gulu og grønuskótar og Klaksvíkar hornorkestur, ið skipa tiltakið.

Klokkan 13.45 fer skrúðgonga við skótum frá fleiri støðum í Klaksvík. Gulu skótar hava 75 ára føðingardag, og koma skótar úr øllum Føroyum at luttaka í skrúðgonguni.

Skrúðgongan samlast við Fípuna Føgru og hagani gongur øll skrúgongan niðan i Skálan har Grækarismessuhaldið verður hildið.

Í Skálanum spælir hornorkestri nøkur løg. Vit syngja “Tjaldur ver vælkomið” og tjóðsangin í felag. Tórður Mikkelsen (Tórður á túri) flytir fram røðu.

Eftir Grækarismessuhaldið verða kakao og bollar at fáa, og barnadansurin hjá Klaksvíkar Dansifelag hevur tombola.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Grækarismessuhaldið 10. mars kl. 14.00