Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri árliga Grækarismessuhaldinum leygardagin 12. mars 2005, kl. 15:00, tá skrúðgonga við skótum og hornorkestri fer frá Býráðshúsunum.
Gingið verður heim í skúlagarðin í skúlanum við Ósánna, har Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, flytur fram røðu og hornorkestrið spælir.
Um veðrið ikki er til vildar, verður alt Grækarismessuhaldið inni í skúlahøllini!




