Eg vil byrja hesa røðu við at takka fyrireikarnum fyri, at teir so trúliga á hvørjum árið savna okkum saman at hátíðarhalda henda dag, eisini vil eg takka fyri tað álit ið mær er sýnt, við at eg var biðin um at flyta fram røðu her í dag.
Sum barn minnist eg, at eg lærdi, at vit halda Grækarismessu tí tá koma tjøldrini aftur.
Nógv er skriva og yrkt um tjaldri og Grækarismessu m.a skrivar Mikkjal á Ryggi í fuglabókini frá 1951:
"Tjaldrið kemur á grækarismessu, verður altíð sagt.Men ikki kemur tað altíð sjálvan grækarismessudag. Summi árini kemur tað nakrar dagar fyri; sjálvdan man tað vera seinni. Ì hvussu er: grækarismessudag meta vit tjøldrini at vera her, og so væl eru tey fagnað, at hesin dagur fram um allar mishalgidagar er vorðin ein merkisdagur í árinum. Fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu – tjøldur – várkenslur. "
Sjálvt um tað í 2005 ikki er á hvørjum degi, at yrkt verður til Tjaldrið, so er dagurin framvegis, í hesum KT og globaliseringstíðum, ein merkisdagur, ið verður hátíðarhildin kring alt landið.
Hví og nær tjaldrið er blivið okkara tjóðfuglur vita vit ikki við vissu, men flest øll halda, at tað stavar frá Nólsoyar Páll og hansara víðagitna fuglakvæði. Vit hava jú Skótalið Nólsoyar Pálls og har verður tjaldursmerki nýtt. Ì fulgkvæðinum er Nólsoyar Páll sjálvur tjaldri og Føroyar er tjaldri – í merkingini tann lítli ímóti teimum stóru.
Ein kann spyrja seg sjálvan:
hvat er tað ið ger, at vit sum tjóð finna okkara samleika júst í tjaldrinum ?
hvat er tað fyri eginleikar ið hesin fuglur hevur, sum vit sum tjóð vilja verða kend fyri og samanborðin við ?
og eru teir eginleikar ið vit fata sum tjóðareyðkenni, eginleikar ið vit helst vilja fata okkum sjálvi at hava ?
Jóannes Patursson sigur í røðu á grækarismessu í 1921
Tey (tjøldrini) eru komin úr fjálgum londum (Miðalhavinum) til hesar skurslutu klettar og hetta baldruta veðurlagið. Tey untust ikki við tað blíða veðurlagið og tað blíðu náttúru burtur frá Føroyum, heim vildu tey koma, heim aftur til sítt fátæka reiður, sum einki prýði hevur, uttan skuldi tað verið nakrar sólbrendar fliðuskeljar.
Av øllum heiðafuglum kemur tjaldrið fyrst. Tað kemur meðan vár og vetur berjast um maktina. Ofta tykist tað – sum vit eisini síggja í dag – at veturin er tann ið vinnur, tí er ein blíðkan í veðrinum eru ofta tvinnandi ódnir afturímóti.
Skilja vit okkum sjálvi á henda sama hátt tá ið tað kemur til okkara heimland mótvegis umheiminum ?
At vit heldur vilja liva í eini heldur kargari náttúrú enn á sólstrondum og í lýðku ??
At vit finna okkara avbjóðingar júst við at royna kreftir við náttúruni ?
Sannlíkt er henda lýsing av føroyinginum røtt langt inn í okkara tíð, men er nútíðarføroyingurin anno 2005 hin sami sum fyri 2 ella 3 ártíggjum ? ella er hann altjóðagjørdur ella globaliseraður sum tað eitur við einum fremmandum orði ?
Um svarið er ja ella nei kunnu tað vera ymsar meiningar um, tó trúgvi eg ikki nakar er ósamdur við mær í, at nútíðarføroyingurin hevur, og framvegis ferð, at uppliva stórar broytingar og rembingar í okkara samfelag.
Broytingarnar rundan um okkum henda við miklari ferð og ofta hava vit ilt at ímynda okkum hvat broytingarnar fara at hava við sær, fyrr enn vit standa mitt í broytingini. Kanska er ein tann stórsta broytingin fyri nútíðarmenniskja, at tað sýnist sum stórsta avbjóðingin hjá tí einstaka er tíð.
At náa tað vit skulu
At finna tíð til hvønnannan – okkara familju og børnini.
At hava tíð til at njóta natúruna.
Vit hoyra dagliga um strongd – hetta fyribrygdi er næstan vorðið eitt eyðkenni fyri okkara vælferð.
Nútíðarsamfelagi er, sum eg nevndi, eyðkennt við síni ferð. Tað kann sýnast sum ongin hevur tíð til nakað og ofta verður sagt, at vit taka okkum tíð, við at raðfesta hvat tað er vit vilja.
Júst hesar broytingar ella rembingar gera sítt til, at vit enn gleðast um tað ið er støðugt og afturvendandi, sum eitt nú at hátíðarhalda Grækarismessuna og tað at vit, aftur enn einaferð, nærkast ljósari tíðum.
Vit halda Grækarismessu mitt á gáttini til broytingina kunnu vit siga, meðan vetur og vár berjast um maktina og veturin ofta sær út til at vinna. Tá vit standa á gáttini til nakað nýtt, hava vit eitt gott høvi hvør sær og í felag at steðga á, og hugsa um hvussu tað hevur gingist higartil, hvat kunnu vit læra av tí undanfarna og taka við okkum inn í nýggju komandi tíðina.
Vit eru sannførd um, at várið at enda vinnur á vetrinum og vit aftur fáa sól og summar. Vit eru so sannførd um, at várið kemur, at vit hátíðarhalda Grækarismessu á gáttini til várið og innan spurningurin er avgjørdur.
Hetta vísur mær, at vit sum fólk hóast mótburð eru treisk og vís í, at ein vegur finst bert tú heldur á. Her eru føroyingar eisini álíkir tjaldrinum tí tjaldri er hálvur fitjufuglur, hetta merkir at tað kann nøra seg bæði á sjógvi og á landið. Júst hetta hava vit føroyingar sum tjóð eisini víst í verki hóast nógvar broytingar hava verið í okkara møguleika at breyðføða okkum gjøgnum tíðirnar. Og júst hesin eginleikin hevur alstóran týdning fyri at finna ein veg, nú okkara vinnumøguleikar eru fyri stórum broytingum.
Fara vit til okkara nærumhvørvið, ið er okkara kommuna ella býur, so vita vit, at eisini her standa stórar broytingar fyri framman. Tað tykist viðhvørt sum um vit hava ilt við at ímynda okkum hvørjar avleiðingar, hesar broytingar fara at hava fyri okkum sum bý og kommunu.
Summi síggja bert tað góða og spennandi við avbjóðingini meðan onnur bert síggja tað óvissa og minni góða.
Lat okkum standa saman og møta framtíðini við sama lyndi sum tjaldri, soleiðis sum Jóannes Paturson lýsir tað. Hann sigur:
"Flest allur fuglur hevur lyndi til at verja um sítt egna reiður. Tjaldri verjir meir, – tjaldur verjir bæði sítt egna og annans reiður, tjaldur verjir hagan, verjir alt tað landið sum er umhvørvis reiðrið"
Lat okkum standa saman, og ikki bert hugsa um egi reiður, lat okkum eisini vísa samhaldsfesti og verja okkara "haga" og alt tað, ið rundan um hann er.
Lat okkum ikki ræðast tað fremmanda men hyggja út í heim og nýta tær royndir, ið vit har fáa, til at verja og menna okkara bý, økið og land.
Eg vil enda við at heiðra tjaldrinum við fyrsta ørindi úr tjaldurssanginum hjá Jákup Dahl:
Tjaldur ver vælkomið til okkum heim,
Frá ókendum fjarskotnum londum !
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
At nú er brátt summar í hondum.
Takk fyri.




