Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grandmas Basement í Mentanarhúsinum í kvøld

Tíðindaskriv

Eftir eina langa og góða summarferiu, er Mentanarhúsið í Fuglafirði opið aftur fyri almenninginum, og fyrsta stóra tiltakið ið er á skránni, er dansur við Grandma’s Basement og DJ X, í kvøld, leygarkvøldið 14. september!

Fyriskipararnir lova eitt braaak av einum kvøldið, tí Grandma’s Basement hava fulla manning við sær og eru klárir at skjóta alt teirra reportoire av ígjøgnum náttina! Somuleiðis hevur DJ X ljós- og roykshow meðan hann spælir nýggjan og vælkendan tónleik.

Manningin hjá Grandma’s Basement í kvøld:
Sang: Jón Jacobsen.
Guitar og sang: Hans Andrias Jacobsen.
Guitar: Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen.
Guitar: Símun Heimustovu.
Bass: Jóannes Viðbjørg.
Trummur: Lindi Gardar.

Einki aldursmark er á hetta kvøldið, men tann ovari salurin verður avmarkaður til tey ið eru yvir 18 ár.Atgongumerkjasølan byrjar kl. 23.30 og dansurin byrjar kl. 24.00.

Kostnaðurin er 150,-

Les nærri um tiltakið her:https://www.facebook.com/events/638740316159725/

Mentanarhúsið