Tað sigst at bráðfeingis stjórin, sum varð settur á Skráseting Føroya at kanna tann partin av grannskoðaramálinum, sum hevði við góðkenning av norskum løggildigum grannskoðara at gera, nú er komin við eini niðurstøðu, sum gongur beint ímóti niðurstøðuni, ið Løgtingsins Umboðsmaður (LUM) kom til og sum elvdi til nógv rok og drúgva umrøðu á tingi og í miðlunum.
Tað sigst at bráðfeingis stjórin, sum varð settur á Skráseting Føroya at kanna tann partin av grannskoðaramálinum, sum hevði við góðkenning av norskum løggildigum grannskoðara at gera, nú er komin við eini niðurstøðu, sum gongur beint ímóti niðurstøðuni, ið Løgtingsins Umboðsmaður(LUM) kom til og sum elvdi til nógv rok og drúgva umrøðu á tingi og í miðlunum.
Mangt tykist at benda á, at metingarnar hjá umboðsmanninum eru kolldømdar av serfrøðini. Hetta styrkir neyvan um stovnin. Hvørjar avleiðingar hetta fær fyri stovnin og sitandi umboðsmann er ringt at meta um.
Sum skilst er niðurstøðan tann, at tað var fult í tráð við galdandi lógir og mannagongdir, at nógv umrøddi grannskoðari fekk løggilding í Føroyum við norskari útbúgving.
Hendan niðurstøða gongur beint ímóti niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni, sum kom við lemjandi atfinningum í frágreiðing, sum serliga Kringvarp Føroya og Dimmalætting gjørdu nógv burturúr. Í málinum um grannskoðara við norskum pappírum, segði LUM at góðkenningin hjá Skráseting Føroya var farin fram á skeivum grundarlag. Eftir atfinningar frá LUM álegði løgmansskrivstovan vinnumálaráðnum at biðja Skráseting Føroya kanna, um løggildingin skuldi takast frá grannskoðara sum hevði norska útbúgving. Til at kanna hetta setti vinnumálaráðið ein bráðfeingis-stjóra á Skráseting Føroya. Sum skilst er niðurstøðan beint tann øvugta av tí sum LUM kom til.
LUM fekk annars nógvar rósur frá løgtingsformanni
Tá 10 ára hátíðarhald var fyri stovninum LUM tann 6. mai 2011 fekk verandi Umboðsmaður annars sera nógvar rósur frá táverandi løgtingsformanni, Hergeir Nielsen, fyri júst handfaringina av grannskoðaramálinum. Í røðuni sum kann lesast á heimasíðuni hjá LUM segði Hergeir Nielsen m.a.:
…..Okkurt málið er kortini, sum misprýðir myndina. Ikki av umboðsmanninum, men heldur av teirri vøkkultu samfelagsskipanini, sum ikki enn hevur sæð seg føra fyri at handfara tær lemjandi niðurstøðurnar, ið komu frá tingsins umboðsmanni fyri hálvum ári síðan mótvegis nøkrum av samfelagsins hægstu vøldum.
Eitt mál, sum umboðsmaðurin av sínum eintingum hevði tikið upp og kunnað løgtingið um. Álvarin og atgerðarloysi í málinum hava síðani gingið hond í hond. Tá stýrisskipanin sigur, at landsstýrismaður hevur rættarliga ábyrgd av málsøki sínum, áttu teir fremstu ábyrgdarhavandi beinanvegin at lagt øll politisk størv síni frá sær til gagns fyri politisku skipanina.
Men soleiðis er tað tíverri ikki her hjá okkum, har lítil orka og minni vilji hevur verið til at staðfesta ábyrgd og at taka skjótar avgerðir, so at avleiðingarnar ikki gerast størri enn neyðugt er fyri politisku og umsitingarligu skipan okkara.
Her hjá okkum vendir alt øvugt. Teir einastu dómarnir, ið feldir eru í miðlunum og enntá av tingsins røðarapalli, hava reinsað teir, ið áttu at hava lagt frá sær.
Ein tílík sjálvreinsandi skipan er ókend aðrastaðni.
Ákæruvaldið er eftir trimum og einum hálvum mánaða komið eftir, at tað vil einki hava við málið at gera, og politiska skipanin, er ikki enn komin á mál við at játta neyðugan pening til at staðfesta ábyrgd, og reinsa luftina, og soleiðis skapa ein virðiligan arbeiðsdag aftur í teimum ráðum, ið rakt eru av lemjandi frágreiðingini frá umboðsmanninum.
Umboðsmaðurin er tingsins álitismaður, og tann einasti av slagnum, ið óheftur er førur fyri at lýsa øll viðurskifti innan almennu umsitingina fyri lóggevandi valdinum og almenninginum øllum.
Umboðsmansins partur liggur ikki eftir í hesum máli, tvørturímóti, hann liggur ljósár frammanfyri politisku og almennu skipanina annars.
Hann hevur á sera viðkomandi hátt drigið tjøldini frá og lýst alment umsitingarligt óskil, meðan politiski myndugleikin ikki enn hevur verið mentur at rudda upp eftir sær, og er tað ein stórur vansi fyri samfelagsskipan okkara….
——
Nú tá niðurstøðan fyriliggur vilja álítandi keldur verða við at niðurstøðan er tann at Skráseting Føroya bar seg rætt at og harvið verður niðurstøðan hjá løgtingsins umboðsmanni gjørd til einkis.
Spurningurin er um eftirspæl verður í løgtinginum um málið.
Eingin, sum Norðlýsið hevur tosað við, veit heldur at siga hvat málsviðgerin av grannskoðaramálinum hevur kostað landskassanum, men sum skilst er talan um stórar upphæddir.




