Seinnapartin í dag var Norðlýsið inni á gólvinum í nýumvældu hølunum hjá grannskoðaravirkinum NUMO í Klaksvík.
Seinnapartin í dag var Norðlýsið inni á gólvinum í nýumvældu hølunum hjá grannskoðaravirkinum NUMO í Klaksvík.
NUMO, sum millum annað er kent fyri at hava gjørt áhugaverdar greiningar av fiskivinnuni, hevur deildir í Klaksvík og í Havn, og í sambandi við umbyggingina av hølunum í Klaksvík hevði fyritøkan starvsfólkadag og eina minni móttøku seinnapartin.
Í hølunum hevur Victor Nielsen sett upp eina áhugaverda framsýning við gamlari skrivstovuútgerð frá 70- og 80-árunum og øðrum forvitnisligum lutum.
Tilsamans 11 fólk arbeiða hjá NUMO, harav 2 arbeiða í Klaksvík.




