Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Granskarar tveittir í land

Norðlýsið

Eftir at hava verið vælkomnir umborð í longri tíð, eru granskarar í Danmark vístir í land av illum fiskimonnum. Orsøkin er ein avdúking, sum Jørgen Dalsskov gjørdi í DR, ið vísti, at danskir fiskarar tveita í minsta lagi 1.400 tons av toski aftur í havi, heldur enn 14 tons, sum fiskimenninir sjálvir siga.
Fiskimenninir føra fram, at teir virka undir ótolandi umstøðum. Tað er næstan ógjørligt at fiska, tá man er umringaður av eftirlitisskipum úr Svøríki, Polen, Týsklandi og Danmark. Samstundis skulu teir hava eina AIS-sporingsskipan umborð, sum skrásetir akkurát hvussu teir ferðast.
– “Ongantíð aftur sleppur ein granskari við mær til skips!”, sigur ein fiskimaður av Bornholm, sum er illur um, at Jørgen Dalsskov heingir teir út og fær ráðharran at venda sær ímóti fiskimonnunum. Hann er ónøgdur við, at granskarin bara tekur tey negativu úrslitini við, og als ongin av teimum góðu úrslitinum, sum fiskimenninir og granskararnir í felag hava funnið fram til, tá hann leggur tað fram í DR.

Kelda: http://fiskerforum.dk/erhvervsnyt/a/dtu-smidt-i-land-af-vrede-fiskere-20022018