Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gransking fyri C – nýggj vitan ber okkum fram

Kristianna Winther Poulsen

Javnaðarflokkurin vil raðfesta vinnuliga gransking við at seta 10 milliónir av til økið komandi fýra árini. Harumframt skulu vit eggja privata vinnulívinum til at styrkja gransking. Her halta vit aftanfyri.

Sambært tilráðingum úr OECD eigur eitt land at brúka 3,5 prosent av BTÚ til gransking. Í Føroyum brúkar tað almenna hesa upphædd, meðan privata vinnulívið haltar nakað væl aftanfyri. Allarhelst tí, at vit í Føroyum ikki hava havt siðvenju at síggja útbúgving og gransking sum nakað, ið er vert at brúka stórvegis av tíð og pengum uppá.

Á veg – eisini út í heim

Føroysk gransking er á veg. Síðani 2007 hava vit havt atgongd til granskingarpengar í ES, fyrst við FP7 og nú við Horizon 2020.

Okkara avbjóðing er nú at økja um føroysku luttøkuna í teimum granskingarverkætlanum, sum fáa ES-stuðul. Tað er eitt stórt og rættiliga fløkt arbeiði at skriva eina so góða umsókn, at hon verður millum tær fáu útvaldu, og tí skulu okkara granskarar fáa góða vegleiðing til at navigera í hesari tilgongdini.

Ílegugransking

Kring allan heim hevur heilsuverkið stórar avbjóðingar og vitan um arvafrøði er ein møguleiki at betra um heilsufakliga vitan. Á hendan hátt ber til at menna verandi og fratíðar tilboð og tænastur í heilsuverkinum, samstundis sum útreiðslurnar á økinum kunnu avmarkast.

Nú hevur Ílegusavnið fingið umstøður til at seta ferð á virksemið, og Javnaðarflokkurin vil raðfesta, at eisini frameftir skal Ílegusavnið hava góðar karmar. Sjálvandi skal virksemið hjá Ílegusavninum vera í samsvari við føroyska lóggávu.

Havrannsóknarskip

Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri at fáa nýtt havrannsóknarskip og íløga í nýtt havrannsóknarskip skal gerast komandi valskeið.

Javnaðarflokkurin raðfestir gransking og virðir týdningin av góðum karmum fyri fría gransking í einum nútímans samfelagi.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 1. september 2015

Harleyfacadeacryl