Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grasið er ikki grønari hinumegin

Danial Viðoy

Tikið verður til, at grasið er grønari hinumegin ánna. Jú um veturin er tað heitari og grønari í øðrum londum, men á sumri er trupult at sláa Føroyar á tí økinum; serliga eitt summar sum í summar.

Nú alt hevur verið á gosið í nakrar dagar um fiskidagarnir – og tað skilji eg væl, skal eg líka leggja afturat – so hevur veðrið verið av tí fagrasta. Onkrar bygdir hava havt sól, ímeðan aðrar mjørka, men dagarnir hava verið ljósir og nógvastaðni hevur tað verið stilt.

Í onkrum bygdum hava menn og kvinnur ballast – nú snakka vit altso um gras og hoygging, og onnur hava hoyggja upp á gamla máta. Undirritaði veit at tað eru nøkur tandir, sum longu er liðug at hoyggja upp á gamla máta.

At fiska við teldu

Og munnu ikki fleiri bátar hava verið á fjørðinum og fiska sær eitt kók, eitt kók av fiskifrøðisins ogn, ella tað sum verður kalla fyri fólksins ogn. Sjálvt fólksins ogn kann ikki brúkast longur, tí nú skal alt fiskast á kontóri við programeraðum húkum og ímyndaðum trolið á skíggja. Spennandi hjá teimum.

Meeen føroyingar, vóni eg teir flestu, vita, at tað er ikki grønari hinumegin atlantshavið, har tað ber til at brúka stabbamyndir, ið eru komnar uttanlanda frá. At smoyggja talvur og annað ímyndarligt inn yvir eitt evarska lítið oyggjaland; ”den tvivler jeg på”. – Jú í stórum útlendskum skúlum og londum ber tað til, men í Føroyum, neyvan!

Minst til, tað er ikki grønari hinumegin, hóast slíkur skúlaskapur riggar har. At halda tað, er tað sama sum at siga, at tað ber til at hava leyvir og ísbjarnir her. Nope! Um tað skal vera, so má gerast ein djóragarður. Kanska fiskivinnan skal koyrast í eitt akvarium?

Hallove! Tað ber ikki til at hava ovurstórar tankar við búskaparligum ímyndum um stór lond í einum lítlum oyggjasamfelag. Face it! Tit kunnu gera eina roynd; men eg vænti at tit klóku fara at sanna, at grasið allíkavæl ikki var grønari hinumegin.

Tað eri eg nokkso vísur í!