Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Graslíkið við Djúpumýru í Klaksvík er elendigt

Jákup Ósá

– Tað sigur liðskiparin á A-landsliðnum, Atli Gregersen, sum annars hevði tað øgiliga gott við Djúpumýru í Klaksvík seinnapartin.

Seinnapartin vandi A-landsliðið við Djúpumýru í Klaksvík. Ein av leikarunum, sum mangan áður hevur spælt í Klaksvík, tó sum leikari á útiliðnum, er liðskiparin Atli Gregersen. Vit spurdu hann m.a. um, hvussu graslíkið var at venja á, sum tíðliga tykist vera útslitið.

– Graslíkið í Klaksvík er elendigt. Tað er einki at ivast í. Tað sæst týðiligt, at her verður vant nógv, tí vøllurin er slitin niður. So graslíkið er ikki gott, segði Atli Gregersen við Norðlýsið eftir venjingina.

Seinni hava vit longri samrøðu við Atla Gregersen, sum svaraði uppá nógvar aðrar spurningar og annars segði seg trívast sera væl í Klaksvík, sum er fótbóltsmekkaði í Føroyum, sum hann málbar seg.

Niðanfyri er mynd av graslíkinum, sum tað sær út við annað málið. Hetta undirbyggir tað, sum Atli Gregersen sigur um graslíkið.

Graslíkið í Klaksvík bleiv seinast skift í 2011.

Harleywoodpaint