Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gravarfriðurin brotin úti í Grøv

Oliver Joensen

Onkur hevur verið inni í Kirkjugarðinum úti í Grøv og hevur gjørt seg inn á fleiri gravstøð.

Av Politistøðini frætta vit, at gravarin meldaði ógerðina leygardagin. Vit vita at óhugnaliga ógerðin er framd onkuntíð náttina til leygardagin. Tveir gravsteinar vórðu koppaðir og serliga ánnað gravstaðið var illa hagreitt. Eisini vóru fleiri aluminiumsskelti har grøvnummarið stóð av rykt upp og tveitt kring um í kirkjugarðinum. Harafturat vóru fleiri av smáu pyntfuglunum, ið ofta standa omaná gravsteinum hjá børnum og ungum, skræddir av og lógu slongdir í kirkjugarðinum. Blómuprýði fingu heldur ikki frið og lógu slongd kringum ymsastaðni.
Politiið vil gjarna hoyra frá fólki, sum hava sæð eitthvørt í kirkjugarðinum frá fríggjakvøldinum og fram til fyrrapartin leygardagin.

Harleywoodpaint