Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Líka síðani 28. mars og fram til í morgin 7. apríl hevur leikurin verið spældur fyri fullsettum húsi. Tað er eitt vágið projekt, sum eNám 10. floks sangleikabreytin við Fuglafjarðar, Stranda, Sunda skúla og Skúlan við Streymin – 45 næmingar  eru farin í holtur við! Men undarligt nokk bera tey leikin til fullnar.

Her er leikur, sangur, dansur, tónleikur, ljós- og ljóðsseting, og um tað ikki var nóg mikið, so eru eisini videoeffektir við. Alt framt av ungum, og skuldi man hildið óbúnum óvitum, men so er als ikki. Tey bera uppgávurnar, sum um tey ikki høvdu gjørt annað.

Tey duga at dansa, spæla leik, spæla tónleik, gera pallmyndir, gera ljóð, ljós og video – tøkni á høgum støði, og tey duga at hugsavna seg um ein krevjandi leik, sum er skrivaður fyri dýrt drivnar sjónleikarar.

Skuldi nakað verið at sett fingurin á, so kundi onkur av solostykkunum havt eina tonn hægri tempo.

Men flot, flott frá byrjan til enda.