Tey fara sostatt at umboða Føroyar í DM 27.apríl í Industriens Hus í Keypmannahavn.
Tíðindaskriv um Ungt virki 2016:
Tey fara sostatt at umboða Føroyar í DM 27.apríl í Industriens Hus í Keypmannahavn. Bólkurin greiðir soleiðis frá í síni virkisætlan:
“Hugskotið hjá Green Growth er í høvuðsheitum at framleiða eina føroyska vøru burturúr fiska skarni. Fiska skarni inniheldur fosfor, nitrogenfosfor, nitrogen og kalium. Hetta verður blandað í kunsttøð. Ætlanin hjá okkum er at framleiða tøð, ið ikki nýtist at blanda íblandingarevnir í, og tískil er hetta umhvørvisvinarligt og vistfrøðiligt. Mett verður, at hetta slagið av tøðið hevur ein umhvørvisvinarligan eginleika við breiðum og fjølbroyttum evnum, ið eru sera góð at tøða við.”
Ein ES lóggáva er ávegis, sum hevur við sær, at skarnið frá smoltinum, ið svimur í smoltstøðunum ikki longur kann renna út á streymasjógv. Samstundis er alivinnan í vøkstri, og støddin á smoltstøðunum veksur. Ætlanin er at menna skarnið til tøð, sum bøndur kunnu brúka í staðin fyri kunsttøð. Sostatt kann ein tílík verkætlan gera bæði alivinnuna og landbúnaðin meiri burðardyggan.
Bólkarnir sum fingu virðisløn vóru:
1. Green Growth við Petur Bláberg, Tummas Bærentsen, Andrea I. Heinesen, Annfinn í S. Joensen og Conny Thomassen frá Glasi, Marknagil. Lærari er Janus Norðberg
2. Natara, sápa framleidd úr tara, við Atu Mariu Blair, Mirjam A. Justinussen og Ronju K. Weihe frá Glasi, Marknagil. Lærari er Jákup Bech Jensen
3. AMARANT, rabarbuísur, við Elmar í Gong, Ari Hansen, Hjalti Johannesen, John Eli Kristmundsson og Jóhannus Suma Poulsen frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Lærari er Heidi Gregersen
Virðisløn fyri Besta hugskotið fekk Eacy, ein app, ið hjálpur kundanum at spara streym, við Jóan Jákup Benjaminsen, Bárður Johannesen og Rógva Langgaard frá Miðnám á Kambsdali. Lærari er Hertha Olsen
Vit ynskja øllum næmingavirkjunum hjartaliga til lukku við heiðrinum og góða eydnu til FM vinnarnir Green Growth til kappingina í apríl. Somuleiðis eitt herðaklapp til allar Ungt virki luttakarar, sum gjørdu dagin so áhugaverdan við framløgum og básum.
Eik banki er høvuðsstuðul hjá Ungum Virki í Føroyum og stuðlar við 2000kr til hvørt einstakt næmingavirki. Brynhild Høyer er økisleiðari fyri Fonden for Enyreprenørskab, Føroyar og Sonja Petersen, lærari á Glasi, var ein av stigtakarunum til Ungt Virki, tá tað byrjaði. Nýggjur formaður í nevndini fyri Foenden for Entrepenørskap, Føroyar er Ólavur Ellefsen.




