Fyrstu fýra umførini hava givið greiða afturgongd í stigum hjá trimum av stóru feløgunum. Bæði í mun til í fjør og eisini í søgu felagsins.
Stig 2017 Stig 2016 munurBesta/vánaligasta hjá felagnum síðani:
Víkingur108+2 Besta byrjan nakrantíð (felagið stovnað í 2008)
TB/FCS/R9— Felagið stovnað í 2017
KÍ 660 Besta byrjan síðani 2013
HB 610– 4 Vánaligasta byrjan síðani 2007
B36 49– 5 Vánaligasta byrjan síðani 2003
ÍF 440 Besta byrjan síðani 2014
EB/Streymur43(2015)+ 1 Besta byrjan síðani 2014*
NSÍ 39– 6 Vánaligasta byrjan síðani 2013
07 Vestur 34(2013)– 1 Vánaligasta byrjan síðani 2011**
Skála 23– 1 Vánaligasta byrjan síðani 2014***
* spældu ikki í bestu deildini í 2016
** spældu ikki í bestu deildini í 2016, 2015, 2014 og 2012
*** spældu ikki í bestu deildini í 2015
Um ein samanber 2017 við 2016, so er Víkingur einasta liðið við framgongd í stigum. Størstu afturgongdina hevur NSÍ, men eisini B36 og HB hava greiða afturgongd í stigum.
Samanber ein byrjanina við søguna hjá felagnum, so hevur Víkingur bestu byrjanina í søgu felagsins. Les meir um tað HER. Størstu afturgongdina hevur B36, sum ikki hevur fingið færri stig fyrstu 4 umførini síðani 2003. Eisini HB hevur søguliga fá stig. Vit skulu 10 ár aftur fyri at finna eitt ár við færri stigum til HB fyrstu fýra umførini.




