Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greiða ætlan

John William Joensen

Neyðugt er við størri útfylling heimi á Sandinum til arbeiðsøki og júst tí mugu vit hava eina greiða ætlan fyri uppafturtøku

Ein umfatandi útfylling hevur nú í eina tíð verið gjørd við Sandin.
Tey mongu, sum vitjaðu básin hjá Klaksvíkar kommunu á sølustevnuni í KÍ høllini seinasta heyst, sóu hvussu komandi miðbýurin kemur at síggja út.
Har sást, at talan var um eina væl minni útfylling, enn hana vit síggja í dag.
Tann útfyllingin tekur sum minst av fjøruni og gevur okkum tí nakrar týdningarmiklar møguleikar við tíðini at varðveita, reinsa og endurskapa partar av fjøruni og at endurskapa søgulig pláss, sum hava ligið oman móti fjøruni í gomlum døgum.
Hóast okkara havnalag í dag liggur úti á Vestaru síðu, norðuri á Kósini og skjótt norðuri í Ánunum, so var tað á Biskupstønni, við Varpabrúgvina, Stangabrúgvina, brúgvina hjá Alex, Símuni í Vági, Óla í Skúla, Seglhúsbrúgvini v.fl. at grundin til vælferðarsamfelagið í dag varð laðað.
Tí vildi tað verið ein ólukkuligur mentanarmissur fyri Klaksvikina, um vit fyrilitaleyst fyltu út og løgdu hendan partin av søgu okkara undir grót og betong. 

Eykaútfyllingin
tíðaravmarkað
Orsøkin til, at útfyllingin í løtuni er so umfatandi, kemst av, at tá miðbýurin skal byggjast, er neyðugt at fylla arbeiðsøki út báðumegin við. Tað eru hesi arbeiðsøki, sum gera útfyllingina so stóra, sum vit síggja í dag. Hendan útfylling er neyðug og eigur at gerast.
Men eg vil ikki fjala útyvir, at eg meti tað vera eins týdningarmikið, at vit fáa tann miðbý, sum býráðið hevur samtykt sambært endurskoðaðu miðbýarætlanini og at vit tískil tryggja okkum, at vit hava eina greiða ætlan fyri uppafturtøku av eyka útfyllingini til arbeiðsøki, tá miðbýurin er reistur. 
Á fundi í Byggi- og byarskipannarnevndini týsdagin í hesu vikuni, varð fyrsta stigið tikið, tá nevndin samtykti at gera útfyllingina til arbeiðsøki tíðaravmarkaða og at vit í seinasta lagi um trý ár endurskoða útfyllingina og laga hana til samtyktu miðbýarætlanina.

Vinarliga
Rani Nolsøe
Form. í Byggi- og
býarskipannarnevndini