Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greiða skal fáast á grindabýtinum

John William Joensen

Norðlýsið sent fyrspurning til fiskimálastýrið um grindabýti

Í samband við kjakið um hvussu sýslumennirnir í Eysturoynni og Norðoyggjum umsita grindalógina, tá grind skal býtast til økið, hevur Norðlýsið sent fyrispurning til fiskimálastýri, sum umsitur grinda lógina.
Hóast ásetingin í grindalógini frá 1998 greitt sigur at norðoyar vestan Múla eiga at fáa part, tá grind í Gøtu, verður bítt til heimapartar, so valdi sýslumaðurin ikki at geva norðoyingum burturav.
Sum Norðlýsið skilir er hettta ikki óvanligt tí so hevur verið gjørt baði tá grind er í Norðoya- og Eysturoyar Sýslu í longri tíð.
Tí vendi Norðlýsið sær til Fiskimálastýri við fyrispurningi um hesi viðurskifti og í morgun kom svar frá stýrinum at skriv er sent Sýslumanninum í Eysturoy.
–         Fiskimálaráði hevur fingið fyrispurning frá Norðlýsinum við tilvísing til ásetingarnar í §20 í kunngerð nr. 46 frá 8. apríl 1998 um grind spyr, um sýslumaðurin gjørdi rætt, tá hann í sambandi við býtið av grindini, sum doyði á sandinum á Syðrugøtu 4. apríl 2006, ikki lutaði Klaksvík heimspartar, hóast grindin varð býtt í heimapartar. Innan Fiskimálaráðið svarar fyrispurninginum, verða tygum vinarliga biðin um at gera tygara viðmerkingar til fyrispurningin.
 
Nær svarið kemur frá sýslumanninum og fiskimálastýrinum, verður einki sagt um.