Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greinin í Norðlýsinum gav úrslit

Helgi Abrahamsen

Eftir at Norðlýsið hevur gjørt vart við, at sjálvstøðug vinnurekandi verða roknað sum stjórar hjá sær sjálvum, og tí ikki hava rætt at verða sjúkrameldað, hevur landsstýriskvinnan við almannamálum tikið málið upp.

Eftir at Norðlýsið hevur gjørt vart við, at sjálvstøðug vinnurekandi verða roknað sum stjórar hjá sær sjálvum, og tí ikki hava rætt at verða sjúkrameldað, hevur landsstýriskvinnan við almannamálum tikið málið upp.

”Sum landsstýriskvinna í almannamálum havi eg lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum gevur stjórum, sum eru einsamallir í egnum feløgum, rætt til at tekna sjálvbodna trygging. Við tílíkari trygging eru teir tryggjaðir fullan dagpening, um teir gerast sjúkir ella skaddir, undir hesum um teir eru fyri arbeiðsskaða.” Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi í morgun.

Ein orsøk til at landsstýriskvinnan hevur lagt nevnda uppskotið fyri tingið, sigur hon vera greinin ”Havi hug at biðja teir taka fremstafingur,” sum stóð í Norðlýsinum seinasta mikudag.

Í greinini greiddi 38 ára gamli útróðrarmaðurin, Hjalmar Joensen, frá, at hann, orsaka av arbeiðsskaða, ikki hevði nakað at liva av.

Støðan hjá mær er hættislig. Sum nú er, so standi eg fyri at vera sjúkrameldaður í 12 vikur fyrst og tá er møguleiki fyri at vera enn longur sjúkrameldaður,” segði Hjalmar.

”Hetta fer ikki at bera til. Eg kann ikki ganga tríggjar til seks mánaðir uttan at fáa nakra krónu í inntøku, so eg má bara fara aftur til útróðrar við “bardum” á hvørjum fingri,” segði hann.

Landsstýriskvinnan handlar

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur tikið greinina til sín.

”Verður uppskotið, ið eg havi lagt fyri Løgtingið, samtykt, kunnu stjórar, sum eru einsamallir í egnum feløgum tekna trygging sambært dagpeningalógini og tryggja sær fullan dagpening, um teir verða sjúkir ella skaddir,” sigur hon.

Les alla greinina um Hjalmar Joensen her.