Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Greining: Einstøk aktiv siga ikki hvat ein fyritøka er verd?

Vinnuvitan.fo

Tað tykist tíðum sum um nógv óviðkomandi verður blandað saman, tá tosað verður um hvat ein fyritøka er verd. Virðið á einari ogn er altíð ein løtumynd, og endaliga virðið kann bert staðfestast í einum handli, har fyritøkan, ella partur av fyritøkuni verður seldur til ein triðjapart.

Tað tykist tíðum sum um nógv óviðkomandi verður blandað saman, tá tosað verður um hvat ein fyritøka er verd. Virðið á einari ogn er altíð ein løtumynd, og endaliga virðið kann bert staðfestast í einum handli, har fyritøkan, ella partur av fyritøkuni verður seldur til ein triðjapart.

Einstøk aktiv í einari fyritøku siga í útgangsstøði einki um virðið av einari fyritøku. Til tess er neyðugt at taka skuldarsíðuna við, umframt skyldur og hvørjar framtíðarmøguleikar júst hetta aktivið hevur, herundir eisini óvissur bæði rakstrarliga og politisk.

Eitt flogfar hjá Atlantsflog, eitt oljuleitiloyvi hjá Atlantic Petroleum ella eitt skip hjá JFK siga tí einki í sjálvum sær um virðið hjá hesum fyritøkum.

Á hvørjum ári gera fyritøkur roknskap. Í hesum roknskapi verður eginognin gjørd upp, eins og tað sæst, hvat raksturin hetta árið hevur kastað av sær. Roknskaparliga virðið av peinpeninginum er eitt virði, ið vit kunnu meta fyritøkuna eftir, og nýta sum útgangsstøði fyri veruligu virðunum hjá fyritøkuni.

Ein roknskapur lýsir tó ikki øll virði og allar framtíðar skyldur hjá einari fyritøku. Til dømis er tað mest vanliga at óítøkilig ogn als ikki er tikin upp sum virði í roknskapinum, eins og loyvi og skyldur knýtt at hesum loyvum vanliga heldur ikki er tikið upp til dagsaktuella virðið.

Eitt nú hevur Atlantic Petroleum bókað ymisk oljuleitiloyvi, men virðið av hesum loyvum er knýtt at tí kostnaði, ið er bundin av at útvinna hesi loyvi, og til endans hvat fæst burturúr søluni av oljuni, eydnast tað at finna olju tá farið verður at leita.

Somuleiðis er virðið knýtt at einum veiðiloyvi knýtt at veiðumøguleikunum, ið eru knýttir at júst hesum loyvi, og teirri sannroynd, at veiðiloyvið er tíðaravmarkað til 2018, og kann verða broytt til ta tíð.

Til endans er tað fyrst og fremst møguleikin at tjena pening av rakstrinum, ið hevur størstan týdning, tá mett verður um virðið av einari fyritøku, og eitt mát, ið einamest er brúkt í hesum sambandi er hvussu nógv kostar ein króna í avlopi at keypa.

Á einum vælskipaðum marknaði ber til at siga hvat virðið á einari fyritøku er. Til dømis so kunnu vit siga við vissu, at virðið á Bakkafrost er 6,6 milljardir krónur – í dag, tí tað er kursurin nú út frá teimum fyritreytum, ið marknaðurin kennir í dag.

Íleggjarar meta tí, at Bakkafrost er munandi meira vert enn roknskaparliga virðið, sum er 1,9 milljardir krónur. Íleggjarar siga tí at Bakkafrost er 3,5 ferðir meira vert, enn sjálv eginognin er. Hetta skyldast, at Bakkafrost hevur eina sera góða inntjening fyri hvørt partabrævið.

Taka vit Atlantic Petroleum, so metir marknaðurin at fyritøkan í dag er verd 172 milljónir krónur. Hetta hóast eginognin hjá Atlantic Petroleum er 578 milljónir krónur. Íleggjarar meta tí at Atlantic Petroleum er útvið fýra ferðir minni vert, enn sjálv eginognin er. Hetta skyldast, at Atlantic Petroleum hevur vánaliga inntjening og hevur hall.

Eginognin hjá Atlantic Petroleum er 30 prosent av eginognini hjá Bakkafrost. Hóast hetta so meta íleggjarar, at Bakkafrost er 37 ferðir meir vert enn Atlantic Petroleum. Virðið á Bakkafrost er fimmfaldað hesi seinastu fýra árini. Virði á Atlantic Petroleum var 15 ferðir hægri fyri átta árum síðani.

Sum tað sæst, so eru virði skiftandi. Tað fer tí ongantíð at verða góður siður at lesa gomul tøl og tolka tey við nútíðar brillum.

LES MEIRA HER