Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grill- & Café letur aftur og Fortuna fær nýggjan kokk

John William Joensen

Frá mánadegnum 04. oktober verður Grillin hjá Michael Olsen á Fornagørðum latin aftur.

"Gongdin í virkseminum seinasta árið hevur víst, at eg ikki rættuliga havi orku til at taka mær av Grill- & Café virkseminum, soleiðis sum arbeiðsuppgávurnar í dag eru skipaðar, og tí hava eg valt at binda um heilan fingur, og lata hendan partin av samtakinum aftur", sigur Michael Olsen við Norðlýsið. "Grillvirksemið er sera stórt og arbeiðskrevjandi, men um røttu fólkini vóru, ið tóku sær av dagliga rakstrinum, hvílur hesin í sær sjálvum, og tí er ikki óhugsandi, at vit leiga hann út, fáa vit áheitan um hetta frá røttum fólki", leggur Michael Olsen afturat.  
Framyvir verður allur dentur lagdur á virksemið ísambandi við Barok og Fortuna. Barok fer at bjóða fleiri tænastur framyvir, m.a. við at hava longri upplatingartíðir, har møguleiki hjá teim vitjandi m.a. verður at njóta fótbólt á stórskíggja.
Restaurant Fortuna verður framyvir, eins og nú,  tøk til serlig tiltøk, ið eru avtalaði frammanundan. Avtalur er við felagsskapir, ið nýta hølini fastar tíðir hvørja viku, og soleiðis verður eisini framyvir.
Tá dansur er í Barok, verða hølini í Fortuna eisini nýtt, og fari hesi eisini at verða betrað og broytt nakað framyvir. Eins og vanligt er á hvørjum ári, velja fyritøkur og reiðaríir at halda síni jólaborðhald í Fortunu, og soleiðis verður sjálvandi eisini í ár – og tí verður heitt á fólk um at boða frá í góðari tíð.
Til jólatiltøkini í ár verður nýggjur kokkur knýttur at Restaurant Fortuna. Frá 15. oktober at rokna, verður eisini nýggj matskrá fyri vikuskiftini lýst, so norðoyingar fáa høvi til at fáa ein góðan bita vikuskiftiskvøldini.

Nýggj matskrá og nýggjar upplatingartíðir verða lýstar seinni.