Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grillin hjá Símun letur upp ídag

Tíðindaskriv

Hvørji kenna ikki filmsklippini “Grillin hjá Símun”, men í Føroyum er tað ein sum eitur Símun og sum eigur eina Grill og eina Barr, tó er hann Norðoyingur 🙂

Hvørji kenna ikki filmsklippini “Grillin hjá Símun”, men í Føroyum er tað ein sum eitur Símun og sum eigur eina Grill og eina Barr, tó er hann Norðoyingur 🙂

Barrin eitur Maverick og so kundi man kanska hóskandi kallað Grilluna fyri “Grillin hjá Símun”

Símun á Høvdanum sigur, at Maverick hevur havt Grilluna opnað til allar fótbóltsdystirnar hjá KÍ, men nú er ætlanin, at hava Grilluna opnað hvørt kvøld frá kl. 18.00 – 22.00.

Ætlanin er at selja vanligar grillvørur, eitt nú, pylsur, Fransk hotdog, búffar, toast, kylling & Chips og annað.

Ungar kreftir sleppa at royna seg og fara at standa fyri allari søluni. Í fyrstu syftu vera tað, Jetta Svøðstein, Miriam Bethuelsdóttir og Petur Pauli á Høvdanum, sum fara at standa fyri, at hava Grilluna koyrandi. Sjálvandi við hjálp frá okkum eldru.

Ætlanin verður so í framtíðini, at hava Grilluna opnað samstundist við Maverick, tó ikki um náttina.

Vónandi taka kundarnir væl ímóti hesum ungu fólkunum. Biðleggjast kann eisini á telefon 454570.

Vit hoyrast Hugo og hav ein góðan dag.