Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grind funnin í Fugloyarfirði

Oliver Joensen

Sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen sigur, at viðingar hava funnið grind út fyri Dølum. Ætlandi verður grindin hildin til á Viðvík heilt skjótt.

 Tá grindaboðini komu, varð hildið at grindin var stór. Síðani hava bátarnir, sum komnir eru til grindina sagt frá, at teir meta hana til 60-100 hval. Viðingarnir vilja gjarna sleppa at royna Viðvik einaferð enn, og tað hevur sýslumáðurin játta, so so skjótt útgerð er komin úr Hvannasundi til Viðvíkar, teir nýggju onglarnir og annað, so verður grindin hildin til á Viðvík.