Kl. 7 í morgun fekk sýslumansskrivstovan í Klaksvík grindaboð frá bátinum Skuraklettur sum tá var staddur norður úr Viðoynni.
Tá vit tosaðu við sýslumansskrivstovuna fyri løtu síðan var sagt at kl. 9:30 var grindin 6 fjórðingar norður úr Viðoynni og gekk hon spakuliga í ein vestan.




