Listasavn Føroya bjóðar til áhugaverda framsýning um grind.
Listasavn Føroya bjóðar til áhugaverda framsýning um grind.
TÍÐINDASKRIV:
“Sunnudagin 31. januar kl. 16 hevur Solveig Hanusardóttir Olsen fyrilestur á Listasavni Føroya
Evnið er grind í list. Hetta myndevnið seta flestu fólk væntandi í samband við listamannin Mikines og siðbundnu og blóðigu málningarnar hjá honum.
Men myndevnið verður tulkað á sera ymiskan hátt ígjøgnum tíðina og av fleiri listafólkum – herímillum Jógvan Biskupstø, Heiðrik á Heygum og Frida Zachariassen.
Hvalurin og drápið verða lýst úr fleiri sjónarhornum, ígjøgnum ymiskar miðlar og sum viðmerkingar til siðvenjuna, samfelagið og samvitskuna.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin
Vinaliga
Listasavn Føroya”




