Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grind verður hildin til í Viðvík

Jákup Ósá

Karl Johansen sigur, at í løtuni verður grind hildin til í Viðvík.

Sýslumaðurin Karl Johansen sigur, at teir halda grindini til nú – kl. 20.25 – og at tað gongur væl. Teir bíðaðu eftir fólki at koma til drápið fyrr í kvøld, men nú er nokk av fólki og bátum bæði á landi og sjógvi. Hann sigur, at teir mettu grindina til 100 hval. 

Eftir drápið verður avgjørt, hvussu grindin verður býtt, sigur sýslumaðurin.