Vaktarskipið Brimil fann grindina um hálvgum tólv í dag. Talan er um eini 50 til 100 hval. Eg vænti at hon verður rikin inn á Hvannasund, sigur Jens Jensen sýslumaður við Norðlýsið
Klokkan 11.33 í dag boðaði vaktarskipið Brimil frá grind eystan fyri Viðoynni. Grindaformenn í Hvannasundi og Viðareiði gjørdu av at fara avstað kl. 12.45, upplýsir Jens Jensen.
Talan er um 50 til 100 hval og grindin verður væntandi rikin á Hvannasund, sigur Jens Jensen sýslumaður fyri Norðlýsinum



