Fyri nógvum árum síðani, segði ein av løgmonnum okkara í røðu sínari til russiska fiskimálaráðharran, at vøgga kommunisminar stóð í Føroyum
Fyri nógvum árum síðani, segði ein av løgmonnum okkara í røðu sínari til russiska fiskimálaráðharran, at vøgga komununisminar stóð í Føroyum
Tí her høvdu vit í árhundraðir havt eitt grindabýtið, har tann í vøgguni fekk sama part, sum tann í sóttarseingini.
Hetta rann fram fyri meg, nú tosað verður um, hvat grindabýtið er best.
Nútíðar ”genratíónin” krevur. Men skyldurnar hava vit ofta, skjótt við at gloyma.
Grindalistarnir, ið vórðu lagdir út á Norðlýsið, nú býtast skuldi heimapartar í Klaksvíkar kommunu, vístu, at nógvir listar, vóru ikki ”ajour førdir” síðani 2009, 2011 og 2013.
Í kunngerð nr.9 26/1 2017 um grind, stendur:
§1 stk 2. Á hvørjum ári ger sýslumaðurin grindalistar,sum er yvirlit yvir fólkatalið í grindaumdøminum
sambært § 43.
Grindalistin skal liggja frammi til alment eftirlit. T.v.s. kannast skal hvørt ár, um øll eru á listanum. Og borgarin, hevur eins og við vallistunum, skyldu til, at eftirkannað, um ein veruliga er á grindalistanum.
Fleiri røddir eru frammi, ið halda – At kommunustýrið skal taka um endan, og skipa fyri grindabýtinum.
Ivasamt, um hetta verður besta loysinin.
Kommunurnar skulu til hetta arbeiði, útnevna fólk at taka sær av hesum. Helst fólk, ið ikki hava verið í drápinum? Hesi fólk skulu lønast. Helst við grind? Eini (25-30%) av samlaða býtinum.
Tá fer ein at ivast í rættvísi ondini í, at teir fáðu, íð asa seg út í drápinum onki fáa, meðam onnur, har flestu føra pennin fara gott og væl avstað við drápspartinum.




