Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindalógin: Vit hava eitt betri alternativ

Hergeir Staksberg

Vit kunnu staðfesta, at grindalógin hevur keðiligar avleiðingar fyri Føroyar. Avleiðingarnar eru m.a., at persónliga frælsið verður skert, tí tað er eitt lógarbrot, um tú ikki boðar frá grind. Hetta gongur so eisini útyvir ferðavinnuna, tí tað ikki eru øll fólk, sum vilja tvingast til at boða frá grind. Men vit hava longu eitt alternativ til grindalógina, sum eftir míni meting er munandi betri og effektivari:

“Føroyar kunnu sleppa undan einum stórum parti av óhepnu støðuni, sum Sea Shepherd kemur Føroyum í, við at brúka havrættarsáttmálan hjá ST.

Sambært havrættarsáttmálanum ber til at forða skipunum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar, tað er í innara umveldi Føroya.

Hetta ber til at gera, uttan at neyðugt er at grundgeva fyri avgerðini um at nokta skipunum at sleppa inn í føroysku firðirnar og sundini.

Strandarlond kunnu taka slíkar avgerðir og í hesum føri forða skipum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar við Føroyar, sigur Bjørn Kunoy, serfrøðingur í havrætti.

Tað ber eisini til – við ávísum treytum – at nokta fremmandum skipum at sigla í ytra umveldinum, tað er millum grundlinjurnar og 12 fjórðingar.

Men hvørgin møguleikin í havrættarsáttmálanum er brúktur móti Sea Shepherd. Skipini hjá felagsskapinum sleppa at sigla innan fyri grundlinjurnar.” – Kvf.fo.

Tað er í lagi at gera feilir. Ein feilir merkir bara: Ein møguleiki at rætta feilin og mennast. Tí hevði tað verið optimalt, um mann viðgekk sínar feilir í hesum málinum, áðrenn grindalógin ger meir skaða fyri Føroyar.

Vit missa onki við at royna havrættarsáttmálan hjá ST. Í ringasta føri fáa vit roynt ta lógina í praksis, og í besta føri gera vit lívið súrt fyri Sea Shepherd.