Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindamannafelagið hevur aðalfund

(Erik Biskopstø)

Leygardagin, 28. mars hevur Grindamannafelagið aðalfund í Norðulandahúsinum.

Dagurin byrjar við at allir sýslymenn, grindaformenn og varamenn teirra eru bodnir til eina hugnaløtu saman í Norðurlandahúsinum klokkan 11.00 til prát og annars bara at vera saman í einum hugnaligum umhvørvi, har tosað verður um felags áhugamál viðvíkjandi grind, grindarakstri og grindadrápi.

Sjálvur aðalfundurin hjá felagnum byrjar klokkan 13.30. Fundurin er almennur við fastari skrá:

1)  Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2)  Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
3)  Val av tveimum nevndarlimum og trimum varalimum
4)  Val av grannskoðara
5)  Ásetan av limagjaldi
6)  Innkomin mál
7)  Ymiskt

Aftaná aðalfundin verður pallborðsorðaskiftið um tilráðingina hjá landslæknanum um grind, grindadráp og um dálking sum heild. Við pallborðið sita Pál Weihe. Jákup Petersen og Maria Dam.

Vónandi fæst eitt gott prát og sakligt orðaskiftið um hetta á fundinum.