Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindaøðin fyllir sera lítið í tí stóru heildini

John William Joensen

Norðlýsið.fo var millum tey fyrstu at bera grindaboðini fekk sum vanta nógvar vitjanir. Av hesum komu fleiri úr útlandinum serliga úr amerikansku býunum Los Angeles og San Francisco.

Norðlýsið.fo var millum tey fyrstu at bera grindaboðini fekk sum vanta nógvar vitjanir. Av hesum komu fleiri úr útlandinum serliga úr amerikansku býunum Los Angeles og San Francisco.

Tilsamans hevði Norðlýsið næstan 8.000 brúkarar fleiri enn vanligt av hesum komu umleið 4.000 úr útlandinum. IN.fo og Portal.fo høvdu hendan leygardagin millum 16% – 20% fleiri brúkarar enn vanligar leygardagar, sum er 4-6.000 fleiri brúkarar í part. (Tølini hjá Vagaportalinum eru ikki almenn).

Telja vit so saman og taka heimligu brúkarnar frá, so høvdu tríggir av størstu føroysku netsíðunum kanska 12.000 brúkarar meira úr útheiminum í samband við grindadrápið og má sigast at hetta er sera lítið í stóru heildini.

Páll Nolsø, kunningaráðgevi í Tinganesi sigur at tey hava eina skipan ”Meltwater News” sum gjøgnum alnótina fylgir umtaluni av grind og sum m.a. eisini hevur verið brúkt at fylgja umrøðuni av makrelmálinum.

– Vit sóu at miðla umtalan av grindadrápinum í Sandoy var sera stór í vikuskiftinum og fleiri stór bløð og sjónvarpstøðir bóru søguna, men so at siga eingin hevur fylgt upp og í dag er søgan longu burtur. Tv2, Sky News og tíðindastøð í Suður Afrika høvdu eitt innslag við grindadrápinum, men heldur ikki her er fylgt upp.

Páll Nolsø, sigur at tey ikki enn eru liðug at eftirmeta vikuskifti, men longu nú er søgan um drápið á Sandi burtur úr miðlunum.