Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindin í gjár, eystur úr Fugloynni

Oliver Joensen

 Í gjár varð boðað frá grind eystur úr Fugloynni. Eg og bróðir, Jóhan David vóru farnir at skjóta í góðveðrinum. Ikki var nógvur fuglur at síggja, tó var nógv lív í sjónum og sera nógvur havhestur at síggja. Og tó vit vóru leskaðir 5 lomvigar og 7 álkur.

Komnir norður um opnan Fugloyarfjørð varnaðust vit eina grind. Tað tók okkum nakað av tíð at sigla til hana tí hon gekk skj´tt eystur eftir. Men tá vit komu til hana steðgaði hon. Har tóktist ikki vera so nógvir hvalir, onkustaðni ímillum 50 og 100.

Men tá vit høvdu ligið hjá grindini eina løtu, kom ein flokkur av springarum “flúgvandi” eftir sjónum, tað var sum at síggja “Red Arrows” hjá enska flogvopninum.

Springararnir loyptu hvøkk á grindina, hon kavaði og vit sóu hana ikki aftur, tó sóu vit springararnar av og á í havsbrúnni við miklari ferð. Myndatólið hjá okkum var vánaligt, men vit fingu nakrar myndir: