Karl Johansen, sýslumaður sigur, at drápið gekk av tí besta í Hvannasundi. Enn er ikki merkt, men tað fer helst at tátta í 50 hval, sigur hann. Grindin gekk inn í tveimum, fimm hvalir vildu ikki fylgjast við hinum, tí tóku teir fyrst størra bólkin og fóru so eftir hinum.
Grindin verður býtt í drápspartar og restin verður býtt í Runavíkar Kommunu, sigur Karl Johansen, sýslumaður at enda.
—
Beint nú, sigur Palli Simonsen í Hvannasundi, at grindin er komin inn til aliringarnar sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi og at hon kemur til dráps hvørja løtu. Annars visti hann at siga, at grindin gekk í tveimum bólkum, men visti ikki meira at siga um bólkarnir vóru komnir saman ella hvussu. Men drápið fer fram hvørja løtu.
—
Grind á Viðareiðisgrynnuni
Tóri Simonsen hevur funnið grind ímillum Fugloynna og Viðoynna. Hon gekk í bólkum og Tórur var eitt skiftið útið á Viðareiðisgrynnuni. Karl Johansen, sýslumaður sigur, at nú var hon komin inn ímóti Viðoynni og seinast hann frætti gekk grindin við 10 míla ferð inn eftir.
Sýslumaðurin sigur, at ætlanin er at halda grindini til í Sundi. Um hon kemur til dráps, so er ætlanin at drápspartar verða bert til teir lokalu bátarnir og at grindin annars verður flutt inn í Esturoynna, har hon verður skift.




